Follow by Email

Tuesday, September 19, 2017










til tiltak á G! um Land Art: Materialitet og náttúru, at skipa fyri framsýningum, upplestri og masterclass.


'Land art' er ein partur av konseptuella listaumhvørvinum. Kanska serliga kent sum eitt nýbrot í USA í 1960-árunum og 1970-árunum. Spiral Jetty (1970) í Great Salt Lake í Utah er helst mest víðagitna verkið eftir Robert Smithson. Tað sum eyðkennir hesi verk er, at tað er sum um, at tey bera eina aðra tíð í sær – at tíðin, tá okkara siðmenning ikki er til longur, verður hugsað inn í teirra grundskipan.
Land art verk eru somuleiðis ofta listverk, ið forganga, ofta meðan vit hyggja eftir teimum, ella list í stórum skala, sum hevur eitt víðari útsýnið enn onnur list. Millum annað seta verkini ikki bert menniskja í miðuna, men er eisini myndað av einum umhvørvið og tankar um umhvørvið, har long tíðarbil, náttúra (eisini uttan menniskju) og sansing av heiminum eru sjálvsagdar treytir í verkinum.
Hendan listin minnir okkum á, at okkara sjónarringur er stuttur, at vit menniskju og mannaætt hava bert fingið lutað stutta tíð her á jørðini. Hon ger okkum var við, at alt var her innan vit menniskju komu til, og at alt skal vera her aftaná, vit ikki eru her longur. Hendan listin kann gerðast kring alt landið og er ikki tengd at gallaríum ella listasøvnum, ið alt ov ofta bert eru at finna í býum.
Vit sum liva í eitt av mest týðandi náttúruøkjunum í heiminum, eitt øki sum broytist skjótast. Ein partur av heiminum, har náttúran kemur at skapa avbjóðingar og broytingar, men eisini ein partur sum heimsins eygu hvíla á í hesum døgum. Hesar broytinga geva nýggjar møguleikar bæði fyri ferðavinnu og listarligt virksemi og samstarv.
Landslagið eru komin aftur á breddan, har vit nú síggja umfarið av einari endurnýggjari kenslu fyri natúru og landsløgum, ið ikki er romantisk. Vit síggja hetta bæði í altjóða list og somuleiðis innan føroyska list. Rákið hevur skapað ein øktan áhuga fyri natúrsøgu, møguliga tí at vit eru miðskeiðis á einum krossvegi. Soleiðis at skilja, at tað 'antroposena', tvs. tíðarskeiðið har menniskjans ávirkan og broyting av náttúruni er, tað sum eyðkennir jørðina. Ein partur av hesum ráki arbeiðir við at skilja, hvussu menniskja er við at avtaka seg sjálvt.
Tað er eingin nationalromantisk glæma yvir hesum landsløgunum. Vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum, og vit skulu vita at tað materiella ikki bert er deytt, óvirki ella ein óbroytilig stødd.


No comments: