Thursday, December 7, 2023

Ummæli: ein bein linja ein bogin Guðrið Poulsen. Yrkingasavn Forlagið Eksil, 2023

Ummæli: 


ein bein linja ein bogin


– Guðrið Poulsen, Yrkingasavn, Forlagið Eksil, 2023


Rúni Weihe

México, 2023



Við fyrsta eygnabrá eru tvey spor í yrkingasavninum eftir Guðrið Poulsen “ein bein linja ein bogin.” Eitt tekst-spor og eitt fotomynda-spor. Líta vit nærri at tekstinum, síggja vit, at teksturin skilir seg sundur í tvey tekstasløg. Í yrkingar og í eitt slag av as found–teksti. Yrkingarnar lena seg inn í pastoralu siðvenjuna, eitt slag av náttúruyrkingum, sum letur lesaran fylgjast við hirðanum/yrkjaranum eina løtu. Hitt tekstaslagið, sum eg nevndi as found, eru niðurskrivað brot úr frásøgnum frá ónavngivnum persónum, sum yrkjara-egið kanska hevur hoyrt um á síni leið. Tað sama kanska er galdandi fyri fotomyndirnar, tær eru kanska tiknar á sama gongutúri. Savnið er samanset av hesum trimum pørtunum, sum tilsamans mynda ta lesandi rytmuna: yrkingar, brot, foto. Yrkingar, brot, foto. O.s.fr.


Yrkingarnar eru ofta fáorðaðar. Tær standa einsamallar og sárar ovast á teimum hvítu síðunum. Tær eru konstaterandi, lýsandi, og at byrja við sjáldan vurderandi. Tær eru skrivaðar í nútíð, tær eru ikki dagfestar, ongin klokka ella árstíð verður nevnd, ei heldur nøkur staðarnøvn. Sjáldan finnast nøkur lýsingarorð og aldrin verður nakað skrivað við stórum bókstavum. Fyrsta yrkingin er tann stytsta. Hon er bert trý orð, býtt á tveimum reglum. Eitt sagnorð, ein fyriseting og eitt navnorð.


gangi / í marknalandi


Hetta lesi eg sum ambitiónin hjá savninum. At vísa sambandinum millum sagnorð og navnorð ans. Sambandið millum at sansa og tað, sum verður sansa. Og uppmerksemið hjá lesarinum vendir sær ímóti hesum báðum: Hvat er tað fyri eitt land, sum verður lýst sum marknaland. Og hvør er hetta undirskilta subjekt, sum bert kann hómast, tá sagnorðið stendir so einsamalt og makaleyst. Í næstu yrking læra vit meira um bæði.


kenni / smágrýti undir iljunum / vektina / rytmuna / luftina í lungunum.


Undirskilta subjekti kennir og kennir aftur smágrýti undir iljunum. Subjektið fær følisans og minni, og harafturat iljar. Tað stígur út í heimin, og tað stígur framm fyri lesaran. Heimurin verður til, yrkingin verður lisin. Hendan yrkingin vekir eisini hoyrisansin, ikke bert hjá subjektinum, men eisini hjá lesarinum. Smágrýti hevur eitt ljóð. Rytman í yrkingini verður eisini ljóðlig, tá hon verður lisin. Soleiðis halda tær fram, yrkjara-egið fær kroppspartar og sansir, og landslagið fær fleiri lutir. Marknalandið gerst til eina topografi, og til eitt mark, har strukturar detta sundir.


í mjørkatámi / dagar / umhvarvið av einum ónavngivnum landslagi / undan


Landslagið dagar fram úr mjørkatáminum. Men orðið dagar kann eisini knýtast at regluni frammanundan, og skiftir tá merking. Sagnorðið gerst navnorð. Landslagið dagar fram úr mjørka-táminum, ja, men samstundis staðsetur tað tíð í yrkingunum, eina ókenda tíð, dagar í mjørkatámi. Í næstu yrkingunum, aftaná at landslagið rytmiskt hevur dagað fram úr táminum, byrjar ein pulsur at duka, vindurin fer at skrykkja í jakkan, lesarin hoyrir fyri sær, hvussu jakkin slær í vindinum, og aftaná byrjar runan at klepra á fótunum. Sagnorðini flytast frá subjektinum til veður, vind og runu. Og tá bæði tám og runa eru komin inn í yrkingarnar, tá byrjar væta at renna. Regn og kropsvætur byrja at leita sær oman til sjós, tey renna við sama sagnorð – inntil ein byrging forðar vatninum víðari. Her býtist tekstaslag fyrstu ferð. Her lesa vit fyrsta av trimum frásøgubrotum. Tað verður sagt frá eini søgu um eina vatnbyrging, um reint drekkivatn, bakteriur og immunitet.


kelda nr 1, maður, Tórshavn, f. 1938: áðrenn vatnbyrgingin kom í 1966 / tá ið vit ikki enn høvdu reint drekkivatn í Havn / kom onkuntíð runuvatn úr krananum / einaferð tók eg ein vatnprøva og sendi til kanningar / vatnprøvin var fullur av livandi larvum / vit vóru sanniliga immun fyri bakterium tá í tíðini.


Hesi tekstbrot eru skrivaði í tátíð. Tey verða talmerkt, keldurnar fáa kyn og føðiár, men verða verðandi ókend – í staðin verða tey kallað kelda 1, 2 og 3 – staðarnøvn finnast eisini í hesum brotum, og tey verða skrivað við stórum.

Hetta leiðir víðari til fotomyndirnar. Løtumyndir av einum landslagið í svørt/hvítum. Hesar fylla munandi meira og øðrvísi á síðunum. Grafiskt eru tær tungar og mettaðar. Men myndevninið eru ikki, som ofta sæst á náttúrufotografium, áhugað í tí spektakulera og tí, sum vanliga verður mett vert at síggja. Fotomyndirnar hjá Guðrið eru øðrvísi eyðmjúkar. Her eru sjógvur og hyljar, teksturar, eitt landslag í skýming. Summar eru tiknar í mótljós, so at landslagið verður svart og uttan nuansur, summar eru tiknar á einum gráum samdrignum degi, so at landslagið gerst grátt og kontrastleyst. Har er eisini ein fotomynd, sum lættliga kundi verið av sama motivi, sum var í yrkingini frammanundan. Eitt landslag dagar fram úr mjørkatámi. Síðsta fotomyndin, áðrenn yrkingarnar sleppa fram at aftur, er av einari vatnbyrging – ein langur lágur múrur.


tann beina linjan í landslagnum / fær meg at hugsa um spegilsmyndir / faldað pappír við blekki


Vit hava akkurát sæð langa lága múrin á einari fotomynd. Nú lesa vit um hann í yrkingini. Múrurin er tann beina linjan í landslagnum. Avbyrgda vatnið, horisontala flatan í forgrundini, er altso ein spegling av vertikalu flatuni, sum reisir seg upp aftanfyri múrin.


rekandi skýggj speglast á yvirflatuni á vatninum / eitt lunga / andandi gøgn.


Soleiðis ljóðar næsta yrking. Og eg gleðist um drúgvu fyrstu reglu, sum er so lang, at tað næstan er stuttligt, og sum gerst so long fyri at samsvara við ovurstóru vatnrøttu rørslunar í teimum rekandi skýggjunum og vatnskorpuni. Men tað argar meg, at ein so stórur og grafiskur metaforur – blekkmotivini hjá Rorschach, sum vórðu nevnd í yrkingini frammanundan, nú leggja seg omaná mína egnu tulking. Eg síggi ikki tey rekandi skýggini spegla sær í vatninum. Eg síggi blekkmotivini hjá Rorschach fyri mær og eg síggi ta fotomynd fyri mær, har tann metafororin dagaði fram. Myndin av langa lága múrinum.


Og hetta haldi eg má verða mín kritikkur av savninum, sum eg annars haldi hevur uppiborið at verðið róst og lisið. Aftaná hetta sleppir landslagið ikki longur at daga fram á sama hátt sum frammanundan. Tað verður tikið til gísla av myndunum. Tað verður hildið fast í metaforum og tað stívnar uttan hjálp frá sagnorðunum. Okkurt líknandi hendir við yrkjara-egnum. Tað dagar heldur ikki fram, tá tað spákar í landslagnum longur, nú leggur ta seg eftir at geva landslagnum navn og lýsingar og metaforar. Tað kennist eitt sindur harðligt, og kanska ikki heilt tilætlað. Knappliga gongur tað skjótt fyri seg, og metaforarnir verða blakaðir eitt sindur her og der. Landslagið verður kallað veðurbart. Tað veðurbarda er ein vanligur og deyður metaforur, akkurát sum eitt borðbein er ein deyður metaforur. Men tað veðurbarda sipar til bardaga og harðskap. Aftaná verður jarðarskorpan flett upp, og aftaná tað veðurbarda, tá sipar skorpan til sárskorpu og at fletta gerst enntá ógvusligari. At enda í yrkingini verður kletturin nektaður. Tilsamans verða tað ótrúliga nógvir harðskaps-metaforar í einari yrking, sum bert telur seks reglur. Seinni gera lýsingarorðini eisini sína innrás í yrkingina (eg gevi myndunum og metaforunum skyldina. Visuelt tilfar vil jú so gjarna lýsast). Smáu og stóru sporini, sum menniskju hava latið eftir sær í náttúruni, verða kallað ótilvitað lendisbroyting, tað kallast harafturat fyri spor av framburði. Umskapanin og oyðileggingin av landslagnum verður nevnd óundsleppandi og máttmikil, tann áhaldandi fluttningurin av tilfarið stórfingin. Tað følist knappliga ónuanserað og banalt, og merkiliga resignerað, ja næstan sum rein apologisma. Og eg føli meg eitt sindur snýttan. Eg helt og vónaði, at marknalandið skuldi lýsast nærri, at plássið, har strukturarnir detta sundir eisini skuldi lýsast nærri – ikki við meiningum og lýsingarorðum, men við minnum, kenslum og sansum. Tað hevði givið yrkjara-egnum fleiri avbjóðingar og fleiri møguleikar at lýsa landslagið, og landslagið hevði fingið fleiri møguleikar og avbjóðingar at lýsa yrkjara-egið. Myndir og metaforar bremsa hesum.

Tí betur, haldi eg, leita yrkingarnar sær aftur til teirra í styrki áðrenn savnið er liðugt. Og tað hendir, tá tær flyta seg undan falska tryggleikanum, sum myndirnar bjóðaðu teimum. Tað gera tær, tá tær ikki longur sipa til tað, sum liggur aftanfyri tær. Yrkjara-egið sleppur at halda á fram við at spáka. Nærri endanum byrja tær aftur at daga, tað gerst aftur meir og meir undirskilt. Og paradoksalt nokk gerast yrkingarnar meiri nærverandi aftur. Reglurnar fáa aftur sína rytmu og klang. Og sjónarsansurin lovar aftur hinum sansunum framat. Í seinastu yrkingini, tá savnið er liðugt lisið, er subjektið aftur horvið.












Tuesday, August 18, 2020

EG SKRIVI Á VÁTT PAPPÍR Lív Maria Róadóttir Jæger Poesi

 

                     



EG SKRIVI Á VÁTT PAPPÍR  

27 August 2020 útkemur


                      Lív Maria Róadóttir Jæger við hesi bókini

                      Poesi

                      Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl, Kristina Petersen

                      Umbróting, sniðgeving og perma: Lasse Thorning Jæger

                      Typografi: Garamond

                      Prent: Novagraf, Danmark.

                      Tøkk tl Mentunargrunn Landsins.

 

                      128 síður, 220 kr

Wednesday, May 20, 2020