til tiltak
á G! um Land Art: Materialitet og
náttúru, at skipa fyri framsýningum, upplestri og masterclass.
'Land art' er
ein partur av konseptuella listaumhvørvinum. Kanska serliga kent sum eitt
nýbrot í USA í 1960-árunum og 1970-árunum. Spiral
Jetty (1970) í Great Salt Lake í Utah er helst mest víðagitna verkið eftir
Robert Smithson. Tað sum eyðkennir hesi verk er, at tað er sum um, at tey
bera eina aðra tíð í sær – at tíðin, tá okkara siðmenning ikki er til longur,
verður hugsað inn í teirra grundskipan.
Land
art verk eru somuleiðis ofta listverk, ið forganga, ofta meðan vit hyggja eftir
teimum, ella list í stórum skala, sum hevur eitt víðari útsýnið enn onnur list.
Millum annað seta verkini ikki bert menniskja í miðuna, men er eisini myndað av
einum umhvørvið og tankar um umhvørvið, har long tíðarbil, náttúra (eisini
uttan menniskju) og sansing av heiminum eru sjálvsagdar treytir í verkinum.
Hendan
listin minnir okkum á, at okkara sjónarringur er stuttur, at
vit menniskju og mannaætt hava bert fingið lutað stutta tíð her á jørðini. Hon
ger okkum var við, at alt var her innan vit menniskju komu til, og at alt skal
vera her aftaná, vit ikki eru her longur. Hendan listin kann gerðast kring alt
landið og er ikki tengd at gallaríum ella listasøvnum, ið alt ov ofta bert eru
at finna í býum.
Vit sum liva í eitt av mest týðandi
náttúruøkjunum í heiminum, eitt øki sum broytist skjótast. Ein partur av
heiminum, har náttúran kemur at skapa avbjóðingar og broytingar, men eisini ein
partur sum heimsins eygu hvíla á í hesum døgum. Hesar broytinga geva nýggjar
møguleikar bæði fyri ferðavinnu og listarligt virksemi og samstarv.
Landslagið eru komin aftur á breddan, har vit nú síggja
umfarið av einari endurnýggjari kenslu fyri natúru og landsløgum, ið ikki er
romantisk. Vit síggja hetta bæði í altjóða list og somuleiðis innan føroyska
list. Rákið hevur skapað ein øktan áhuga fyri natúrsøgu, møguliga tí at vit eru
miðskeiðis á einum krossvegi. Soleiðis at skilja, at tað 'antroposena', tvs. tíðarskeiðið
har menniskjans ávirkan og broyting av náttúruni er, tað sum eyðkennir jørðina.
Ein partur av hesum ráki arbeiðir við at skilja, hvussu menniskja er við at
avtaka seg sjálvt.
Tað er eingin nationalromantisk glæma yvir hesum
landsløgunum. Vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum, og vit skulu
vita at tað materiella ikki bert er deytt, óvirki ella ein óbroytilig stødd.