Tíðindaskriv frá forlagnum EKSIL
Útgávureseptión av nýggjum yrkingasavni
eftir Sissal Kampmann
Leygardagin 09.06.12 kemur nýtt
yrkingasavn eftir Sissal Kampmann út á forlagnum EKSIL. Yrkingasavnið, við
heitinum, Endurtøkur, er annað
savnið eftir høvundan. Fyrsta savnið, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr
uppgongdini, kom í 2011.
Endurtøkur leggur seg upp at fyrra
savninum, við tað at tað er ein leinging av nøkrum av teimum evnunum í vóru
viðgjørd í Ravnar á ljóðleysum flogi.
Formurin er tó ein annar, tí í nýggja savninum eru fleiri prosakendir
tekstir enn í tí fyrra, ið bert vóru yrkingar. Kápumyndina á Endurtøkum eigur
Ludvík Breckmann, eins tí á fyrra savninum.
Í samband við yrkingasavnið kemur út,
skipar EKSIL fyri tiltaki í Føroyahúsinum, har m.o. Dennis Agerblad, Mai
Øvlisen, Marita Dalsgaard, Ludvík Breckmann v.fl. fara at lesa upp og spæla
tónleik.
Tiltakið, ið er ókeypis, verður frá kl.
16.00 – 20.00 í Føroyahúsinum, Vestebrogade 17A.
No comments:
Post a Comment